Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hjartaliga tillukku Royndin Fríða og Vágs Kappróðrarfelag

28. juli 2019

Ein fantastiskur dagur er farin at halla og eitt nýtt Føroyameistaraheitið er komið til Vágs. Dreingirnar umborð á Royndini Fríðu vístu í dag, at teir eru besta dreingjamanning í landinum – vunnu á Ólavsøku og vunnu FM.

Hjartaliga tillukku Royndin Fríða og hjartaliga tillukku Vágs Kappróðrarfelag. Takk fyri eitt einastandandi kappingarár og spennandi summarstevnur kring landið.

Takk til mongu manningarnar, frá barnaróðri til 10-mannafarið Suðuroying. Takk til øll tykkum, sum tóku eina hond í og stuðlaðu á leiðini – okkum øllum at frama.

Og ikki minst ein hjartans tøkk til tykkum í leiðslu og nevnd í Vágs Kappróðrarfelag. Tykur hava gjørt eitt heilt ótrúligt arbeiðið seinastu árini og geva okkara børnum og ungum møguleika at fáa ríkar upplívingar og minnir fyri lívið á firðum kring landið.

Eina hjartans tøkk fyri stóra arbeiðið tit gera kappróðrinum, ungdóminum og bygdini at frama.

Last modified: 14. august 2019