Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hjalti Thomsen í starv á endurnýtsluni

6. januar 2020

Í november søkti Vágs kommuna eftir starvsfólki til endurnýtsluna hjá kommununi, sum er móttøkupláss fyri burturkasti og lutum til endurnýtslu. Og undan jólum varð Hjalti Thomsen settur í starv á endurnýtsluni.

Hjalti Thomsen er 45 ára gamal og hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan fleiri ymisk økir. -Og frá 1. februar 2020 kemur Hjalti at hava um hendi endurnýtsluna hjá Vágs kommunu.

Endurnýtslan hjá Vágs kommunu flytir í næstum á nýtt økið inni við Tórmansá, har umstøðurnar verða bæði betur og rúmligari. Á nýggja endurnýtsluplássinum verður eisini gjørd ein uppraðfesting tá umræður skiljing av burturkasti, umframt at farið verður undir at gera lívrunnið tilfar um til kompost / sankutøð.

Last modified: 6. januar 2020