Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hjálpa lesandi at finna bústað í Vági

16. december 2013

2013-09 Vágur Dennis Holm

Fyrst í komandi ári flytur Heilsuskúlin úr Skúladeplinum Hovi í Vágs Skúla, har skúlin kemur at halda til fram til summarið 2014.


Ein munandi partur av teimum lesandi koma úr øðrum pørtum av landinum. Og sum eina tænastu til hesi, bjóðar Vágs kommuna lesandi hjálp at finna bústað í Vági.

Sum er, hava fleiri sethúsa-eigara, sum leiga út íbúð ella hús, vent sær til kommuna við áhugað fyri at leiga út. Onnur eru eisini vælkomin at bjóða síni hús ella íbúð fram.

Áhugaði – bæði leigarar og útleigarar – kunnu venda sær til Vágs kommunu á tlf. 733000 ella skriva ein teldupost til vagur@vagur.fo

 

Last modified: 16. december 2013