Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Herverk á jólapynt

17. december 2016

Jólatræ Torkil Strøm

Seinastu vikuna er tað afturvendandi, kvøld um kvøld, gjørt herverk á jólapyntið í Vági. Løgreglan hevur fingið fráboðan um herverki.

Tað er sera harmiligt, at arbeiðsmenn hjá kommununi dag um dag skulu brúka tíð uppá at reparera eftir at herverk er gjørt. 

Higani skal fara ein áheitan til foreldur um at tosa við tey ungu um at hetta, soleiðis at tey virða, at býurin er pyntaður til jóla fyri at gleða okkum øll.

 

Last modified: 17. december 2016