Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hermann Christiansen gevst eftir 42 ár

10. juli 2014

Hermann Christiansen

Í summar gevst royndi arbeiðsformaðurin hjá Vágs kommunu Hermann Christiansen eftir at hava verið í starvi hjá Vágs kommunu í 42 ár.

Hermann byrjaði at arbeiða hjá Vágs kommunu í 1972. Tey fyrstu árini arbeiddi Hermann í grótbrotinum á Eiðinum. Í 1984 byrjaði Hermann sum arbeiðsformaður hjá Vágs kommunu, og hevur Hermann sostatt verið arbeiðsformaður hjá kommununi í umleið 30 ár.

Nú Hermann, sum komandi ár verður 67 ár, gevst, er greitt, at tað standa nógvir varðar eftir nærlagda arbeiðsformannin. Runt um í kommununi er tað sjón fyri søgn, at nógv væla arbeiðir eru gjørd av arbeiðsmonnunum hjá kommununi, undir leiðslu av Hermanni Christiansen.

Vágs kommuna takkar Hermann fyri gott samstarv hesi mongu árini og ynskir honum blíðan byr í framtíðini.

Last modified: 10. juli 2014