Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Heri Silvurdal arbeiðsformaður hjá Vágs kommunu

24. marts 2017

Heri Silvurdal er nýggjur arbeiðsformaður hjá Vágs kommunu. Heri Silvurdal hevur í nógv ár arbeitt innan byggivinnuna, bæði í Føroyum og uttanlands.

Síðan apríl í 2015 hevur Heri Silvurdal verið í starvi hjá Vágs kommunu, og nú er Heri Silvurdal so settur í starv sum arbeiðsformaður.

Vit hava sera gott arbeiðsfólk á tekniska økinum hjá Vágs Kommunus, sigur Danjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku Nevnd, sum eisini fegnast um, at fólk við sera góðum førleikum og drúgvum royndum søkja størv hjá Vágs kommunu.

Nógvar spenanndi verkætlanir eru fyriframman á tekniska økinum í Vági, og gott arbeiðsfólk er ein fyritreyt fyri at loysa hesar uppgávur, og tann fyritreytin er heilt greitt uppá pláss., sigur Danjal Bjarkhamar.

 

Last modified: 24. marts 2017