Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Heilsumiðstøðin ein týðandi tænastudepil og eitt týðandi arbeiðspláss

17. august 2020

Í vár vóru tað 40 ár síðani at Heilsumiðstøðin í Vági, sum Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunur eiga, varð bygd. Og hesi 40 árini hevur Heilsumiðstøðin ment seg til at verða ein týðandi tænastudepil og eitt týðandi arbeiðspláss í Vági.

Flestum kunnugt, so halda kommunulæknarnir og tannlæknastovan hjá Rudie Thomsen til í Heilsumiðstøðini í Vági, men har eru eisini ein røð av øðrum tænastum í Heilsumiðstøðini, har fleiri enn 25 starvsfólk hava sína dagligu ella vikuligu gongd.

Á Heilsumiðstøðini í Vági eru:

  • Kommunulæknar, sjúkrarøktafrøðingur og læknaskrivarar
  • Tannlækni, tannrøktari, og klinikkassistentar.
  • Gigni
  • Økispsykiatriin
  • Kostráðgevi
  • Laborantar (blóðroyndir)
  • Fótarøkt
  • Bú- og Heimatænastan í Suðuroy (heimarøkt og sjúkrarøktafrøðingar)
  • Hoyrnin
  • Reingerðarfólk
  • Húsavarðatoymið

Heilsumiðstøðin hevur eisini í nógv ár hýst vevingini hjá Vágs Kvøldskúla.

Heilsumiðstøðin dagførd
Seinastu árini er farin fram ein miðvís dagføring av Heilsumiðstøðini. Stórur partur av gøtuhæddini, har m.a. viðtaluhølini hjá kommunulæknunum eru, er nýgjørd. Dagføringar eru gjørdar á 2. hædd, umframt at dagføringar eru gjørdar í kjallarahæddini. Harumframt er Heilsumiðstøðin klædd og í summar er hon eisini málað. Rýmingarleiðarnar eru eisini gjørdar av nýggjum og í næstum verður nýggj ventilatión eisini sett upp í vestara parti av Heilsumiðstøðini.

Alt í alt er talan um ein bygning í góðum standi, sum hýsur týðandi heilsutænastur til borgarar í nærumhvørvinum.

 

Myndina niðanfyri tók Bjarni Johansen í juni 2020 í samband við at starvsfólk hátíðarhildu 40 ára dagin hjá Heilsumiðstøðini í Vági.

Last modified: 17. august 2020