Seinastu árini er Heilsumiðstøðin í Vági nýgjørd bæði innan og uttan. Talan er um áhaldandi arbeiðið, sum byrjaði í 2013, har Heilsumiðstøðini er dagførd og at kalla nýgjørd bæði innan og uttan.
Seinastu dagføringarnar hava fevnt um at klæða eystasta part av Heilsumiðstøðini. Hetta arbeiðið hevur ML-smíð við Mikael í Lágabø staðið fyri og er hetta arbeiðið nú liðugt.
Seinasta árið eru eisini gjørdar víttfevnandi dagføringar innan í eystara parti av Heilsumiðstøðini, har bæði læknahøli, høli hjá kostráðgeva, fotterapi’ini og hølini hjá heimarøktini og sjúkrarøktarfrøðingunum eru gjørd av nýggjum.
Tað eru Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna, sum í felag eiga Heilsumiðstøðina í Vági.
Last modified: 22. maj 2018