Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Heiðraðu starvsfólk við rundum starvsdøgum

29. december 2014

2014-VK-starvsdagar3

Vanligt er um jóltíðir, at Vágs kommuna heiðrar fólk, sum hava rundar starvsdagar.

Í ár hava seks starvsfólk havt rundar starvsdagar, frá 10 til 25 ára starvsdag.

Irdi Bjarkhamar og Betty Holm hava í ár havt 25 ára starvsdag. Irdi Bjarkhamar er leiðari fyri Dagrøktina hjá Vágs kommunu, men byrjaði sjálv sum dagrøktari fyri góðum 25 árum síðani. Betty Holm starvast somuleiðis innan barnaansingina hjá Vágs kommunu. Betty byrjaði eisini sum dagrøktari fyri góðum 25 árum síðani, men hevur síðani nýggi dagstovnurin hjá Vágs kommunu Eikilund lat upp í mai 2013, starvast í Eikilund.

Í ár eru tað eisini 20 ár síðani at Hermanda Dahl byrjaði í dagrøktini hjá Vágs kommunu. Meðan Anita Hofgaard og Annbritt Thomsen í ár hava 10 ára starvsdag í dagrøktini hjá Vágs kommunu.

Hans Jacob Bech, havnarfúti, hevði eisini 10 ára starvsdag hjá Vágs kommunu í ár. Hans Jacob Bech byrjaði sum umsjónarfólk á Vágs Havn fyri góðum 10 árum síðani og gjørdist síðani havnarfúti, tá Martin Andreasen fór frá vegna aldur.

Dennis Holm, borgarstjóri, ynskir starvsfólkunum tillukku við rundu starvsdøgunum og er takksamur fyri, at Vágs kommunu hevur starvsfólk, sum ár um ár brúka sín førleika til at verða partur av teirri góðu tænastuni, sum Vágs kommuna roynir at bjóða borgarum, vinnulívið og øðrum, sum brúka tænastur frá Vágs kommunu.

Last modified: 29. december 2014