Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Heiðraðu dupulta Danmarksmeistaranum

21. januar 2020

Mánakvøldið 20. januar 2020 skipaðu Vágs kommuna og Vágs Kappróðrarfelag fyri móttøku av Nóa Rúnason, sum leygardagin vann báðar kappingarnar, sum hann kappaðist við í inniróðri til DanmarksMeistara-kappingina.

Fyrst róði Nóa uppá tíð, í 2 minuttir, og har róði Nóa 531 metrar, 5 metrar longur enn nr. 2 og vann fyrsta DM-gullið.

Seinnapartin leygardagin vóru sprint-kappingar á skránni, har Nóa eisini kappaðist í 100 m. teininum. Nóa róði teinin uppá 20,7 sekund, 1 sekund frammanfyri nr. 2, og vann sostatt sítt seinna DM-gull.

Við móttøkuni í nýggja kappróðrarneystinum hjá Vágs Kappróðrarfelag (sum verður liðugt seinni í summar) tók nógv fólk ímóti Nóa. Formaður í Vágs Kappróðrarfelag, Rógvi Kærbech, og Dennis Holm, borgarstjóri, fluttu fram røðu og handaðu Nóa blómutyssir og gávur.

 

Last modified: 21. januar 2020