Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hav Nordic á Vági við aliútgerð

27. august 2018

Í vikuskiftinum var Hav Nordic á Vági við útgerð til at gera aliringar.

Hav Nordic kom við útgerð til Bakkafrost, sum í næstum undir at gera stórar aliringar á økinum eystanfyri Marghøllina, sum nú verður ruddað og gjørt klárt.

Talan er um aliringar, sum eru 200 metrar í ummát og 63 metrar í tvørmát. Bakkafrost hevur higartil havt eitt økið á Oyrunum í Vági til at gera aliringar, men hetta økið er ov lítið til stóru aliringarnar, tí verður flutt á økið eystanfyri Marghøllina.

 

Last modified: 31. juli 2019