Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg band á Dansibandsdegnum

4. juli 2014

Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg

Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg band á Dansibandsdegnum í Vági

Nú er greitt, at nøkur av teimum bestu føroysku dansibandsorkestrunum fara á pall á Dansibandsdegnum, sum verður í Vági Leygardagin 12. juli 2014.

Sera vælumtóktu dansibandsorkestrini Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg band fara leygarkvøldið á pall á Eiðinum í Vági, har dansað verður til ljósan morgun.

Dansibandsdagurin leygardagin 12. juli er byrjanin til eitt afturvendandi tiltak, ið verður á hvørjum ári. Í 2015 verður ætlandi víðka um tiltakið, so talan gerst um ein Dansibandsfestival, ið verður yvir eitt langt vikuskiftið.

Dansibandsdagurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum og øðrum til Vágs til dans, sang, undirhald, góðan mat, hugna og gestablídni.

 

Skráin
Í komandi viku verður skráin fyri Dansibandsfestivalin kunnugjørd, avdúkast kann, at talan verður um skrá, sum byrjar tíðliga leygarmorgun.

 

Last modified: 20. oktober 2014