Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram við dagføringum av Vágs Skúla

27. august 2020

Seinastu árini hevur verið ígongd ein miðvís dagføring av Vágs Skúla og í ár er onki undantak.

Í summar eru øll vindeyguni á 2. hædd í sokallaða Gamla Skúla skift. Tað er ML Smíð sum hevur framt arbeiðið, sum er væl úr hondum greitt.

Umframt at skifta vindeygu, er eisini nýtt innbúgv keypt til flokshølini, og er hetta eisini ein liður í miðvísari ætlan, har alt innbúgv í flokshølunum verður skift.

Í fjør vóru vindeyguni á 3. hædd í Gamla Skúla skift, tá varð eisini keypt nýtt innbúgv, og nýggj ventilatión varð sett upp í smíðhølunum. 

 

Last modified: 27. august 2020