Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at fríðka í Vági

11. februar 2014

2014-Fríðka-p-pláss (1)

Vágs Býráð setti við ársbyrjan 2013 býarfríðkan á dagsskrá. Nógv varð gjørt í 2013 og hildið verður nú áfram at fríðka í Vági.

Í 2013 vóru fleiri økið í býnum dagførd og fríðkaði. Í november var p-økið vestanfyri Heilsumiðstøðina, við Fast-støðina gjørt liðugt (sí eisini fleiri myndir á heimasíðuni www.vagur.fo).
Hildið verður nú áfram við at fríðka um í Vági. Arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu eru farnir eystur um Heilsumiðstøðina, har økið millum Heilsumiðstøðina og gamla høvuðssætið hjá

Suðuroyar Sparikassa nú verður dagført við flisalagdari gongubreyt, girðing og ljósum og nýggjum bussskýli.

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at býráðið hevur raðfest, at geva miðbýnum í síni heild eitt andlitslyft, og arbeiðið, sum nú er ígongd, skal síggjast sum ein partur av eini heildar dagføringini av miðbýnum.

Last modified: 21. oktober 2014