Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at nýgera gongubreytir

22. september 2016

Seinastu vikurnar hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu arbeitt við at nýgera gongubreytir framvið Vágsvegi.

Nú er gongubreytin frá byrjanini av Vágsvegi og vestur til kommunuskrivstovuna gjørd av nýggjum. Hesa vikuna verður so hildið áfram frá miðbýnum og eystureftir.

Í dag hava arbeiðsmenn stoypt gongubreytirnar frammanfyri Minnisvarðaøkið og verður síðani hildið áfram út til Krosslábrekku.

Tað er sjón fyri søgn, at Vágs kommuna hevur dugnalig arbeiðsfólk, nú gongubreytirnar verða gjørdar av nýggjum.

 

Last modified: 22. september 2016