Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at fríðka miðbýin

18. september 2015

Midbyur2015-14

Arbeiðið at fríðka um miðbýin gongur sína gongd. Nú verður farið undir flisalegging av gongubreytini út til Vágs Skipasmiðju.

Og eftir tað at gera parkingersøkið eystanfyri Hotel Bakkan av nýggjum. Samstundis sum hetta verður gjørt, verða eisini nýggj gøtuljós sett upp, soleiðis at økið verður ljóst og innbjóðandi myrku vetrartíðina, sum stendur fyri framman.

Vágs Býráð fór í 2013 undir eina miðvísa uppraðfesting av at fríðka miðbýin. Byrjað varð vestur við Fast-støðina, har parkingsøkið, gongubreyt, gøtuljós og benkur eru gjørd. Økið frammanfyri Heilsumiðstøðina og túni á heilsumiðstøðini varð síðani gjørt. Í fjør varð økið eystanfyri Heilsumiðstøðina gjørt av nýggjum, við flisaløgdum gongubreytum, nýggjum gøtuljósum, og nýtt bussskýlið varð gjørt.

Og í ár verður økið frá gamla Sparikassanum og út til Vágs Skipasmiðju so gjørt. Hetta økið fevnir um flisalagda gongubreyt, nýggj gøtuljós, nýgerð av parkeringsøkinum, og ikki minst verður eitt flisalagt torg frammanfyri sokallaða SEV-húsinum í miðbýnum.

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein liður í at geva miðbýnum eina tiltrongda andlitslyfting, og verður hildið áfram við hesum arbeiðinum komandi ár eisini. Miðbýarøkið verður við dagføringini eitt innbjóðandi opið, sum kann brúkast til alskyns endamál bæði á sumri og vetri.

Fleiri myndir eru niðanfyri.

Last modified: 18. september 2015