Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at fríðka miðbýin í Vági

10. juni 2015

2015-08 Fríðka miðbýin

Seinastu tvey árini hevur fríðkan av miðbýnum verið raðfest ovarliga í Vági, og nú verður hildið áfram at fríðka miðbýin.

Í fjør varð økið við Heilsumiðstøðina og eystanfyri Heilsumiðstøðina fríðkað. Parkeringsplássini vestanfyri og eystanfyri Heilsumiðstøðina vórðu gjørd av nýggjum, umframt túnið við Heilsumiðstøðina og gongubreytin eystanfyri Heilsumiðstøðina varð flisalagt.

Nú verður so hildið áfram longur út í miðbýin, har gongubreytin verður flisaløgd, samstundis sum parkeringsøkið millum Hotel Bakkan og Vágs Skipasmiðju verður gjørt av nýggjum. Harumframt verður eisini gjørt eitt flisalagt torg frammanfyri sokallaða SEV-húsið.

Hetta arbeiðið er ein liður í dagføringini av miðbýnum, sum býráðið setti á dagsskrá í 2013, sigur Tórður Poulsen, formaður í Teknisku Nevnd, sum leggur afturat, at tað í ár eisini verður farið undir at dagføra aðrar gongubreytir framvið høvuðsvegnum.

Hesin partur av dagføringini av miðbýnum verður ætlandi liðugur í summar.

Niðanfyri sæst tekning yvir hvussu hesin parturin av miðbýnum kemur at síggja út. Trýst á myndina fyri at fáa størri mynd.

 

Miðbýurin

 

Last modified: 10. juni 2015