Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at fríðka miðbýin

13. juni 2017

Seinastu árini hevur Vágs kommuna miðvíst raðfest at fríðka og dagføra alt miðbýarøkið og nú verður so seinast hond løgd á at geva miðbýbum eitt andlitslyft.

Dagføringin av miðbýnum hevur millum annað fevnt um atflisaleggja og nýgera gongubreytir, gera parkeringsøkini av nýggjum, um at taka burtur hús og gera miðbýartorg við sokallaða SEV-húsið.

Stórur partur av hesum arbeiðinum er gjøgnumført tey seinastu 3-4 árini, og nú er so farið undir seinasta partin, sum fevnir um at nýgera tey seinastu strekkini av gongubreytunum á norðaru síðu á Vágsvegi í miðbýnum. Eisini verður farið undir at nýgera strekki millum Vágs Skipasmiðju og Miðlatún.

Nú arbeitt verður framvið vegnum, verður heitt á bilførarar um at verða ansnir og seta ferðina niður, soleiðis at arbeiðsfólk hjá kommununi trygg kunnu fremja arbeiði.

Last modified: 13. juni 2017