Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at fríðka miðbýin

20. april 2016

Byarfridkan-04-2016 (3)

Seinasta hond verður nú løgd á at fríðka miðbýin í Vági, og er tað økið millum Hotel Bakkan og Vágs Skipasmiðju, sum nú verður gjørt liðugt.

Seinastu trý árini er farin fram ein miðvís uppraðfesting og fríðkan av miðbýnum í Vági.

Byrjað varð vesturi við Heilsumiðstøðina, har p-økið bæði vestanfyri og uttanfyri Heilsumiðstøðina eru gjørd av nýggjum. Harumframt eru gongubreytirnar framvið parkeringsøkjunum flisalagdar.

Í fjør varð økið framvið gamla Sparikassanum og Hotel Bakkanum varð flisalagt, og parkeringsøkið uttanfyri Hotel Bakkan varð asfalterað og gjørt av nýggjum.

Nú er so farið undir at gera økið frammanfyri og eystanfyri gamla SEV-húsið. Økið frammanfyri gamla SEV-húsið verður flisalagt og skal brúkast sum eitt torg til alskyns tiltøk alt árið. Eystanfyri torgið verður parkeringsøkið.

Tá hetta økið verður liðugt, er alt økið frá FAST-støðini og út til  Vágs Skipasmiðju fríðka og nýgjørt.

 

Last modified: 20. april 2016