Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at fríðka í Vági

13. november 2013

Byarfridkan-p-okid-11-2013 (15)

Við ársbyrjan varð býarfríðkan sett ovarlaga á dagsskránna hjá nýggja býráðnum í Vági og hevur býarfríðkan eisini í alt ár verið ein týðandi partur av virkseminum hjá fólkunum í Teknisku deild hjá kommununi.

 

Fríðkað er um ymsastaðni í býnum og nú í heyst hava arbeiðsmenn hjá kommununi nýgjørt parkeringsøkið millum FAST-støðina og Heilsumiðstøðina. Ein partur av økinum er flisalagt, parkeringsbásar eru gjørdir av nýggjum og girðing er gjørd og ljós sett í pelarnar, sum standa kring parkeringsøkið. Eisini er gjørdur bonkur og borð, soleiðis at fólk kunnu seta seg eina løtu. Umframt parkeringøkið, so er atgongdin til økið við Heilsumiðstøðina eisini gjørt av nýggjum og flisalagt.

Tórhallur Áslaksson, leiðari av Teknisku deild hjá Vágs kommunu, er sera væl nøgdir við arbeiði og fegin um at kommunan hevur so dugnalig arbeiðsfólk, undir leiðslu av Hermann Christiansen, arbeiðsformanni.

Fríðkanin av parkeringsøkinum millum FAST-støðina og Heilsumiðstøðina er liður í miðvísa arbeiðinum hjá kommununi at gera býin innbjóðandi til gleði fyri bæði borgarar her á staðnum eins væl og vitjandi.

Fleiri myndir eru niðanfyri.

 

Last modified: 14. november 2013