Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Halda áfram at dagføra Heilsumiðstøðina

16. april 2020

Seinastu árini eru dagføringar gjørdar bæði innan og uttan í Heilsumiðstøðini í Vági – og nú eru eisini nýggjar brandtrappur settar upp og við tí eru rímingarleiðirnar frá 2. hædd dagførdar. Tað er Tangavirkið í Vági, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

Seinastu 5-6 árini er annars stórarbeiðið gjørt í samband við dagføringar av Heilsumiðstøðini, og eru stórir partar av húsinum nýgjørdir bæði innan og uttan – og við tí eru umstøðurnar hjá bæði heilsustarvsfólki og brúkarum vorðnar betur.

Í ár verður Heilsumiðstøðin eisini málað uttan og verður arbeitt við ætlan um at dagføra móttøku- og bíðihølini hjá bæði læknunum á 1. hædd og tannlæknunum á 2. hædd. Harumframt verða eisini dagføringar gjørdar av rúmunum í kjallaranum, har m.a. vevskúlin hjá Vágs Kvøldskúla heldur til.

 

Last modified: 16. april 2020