Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Grundstykkir til sølu á heimasíðuni

9. maj 2019

Her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu eru tey kommunalu grundstykkini lýst til sølu. Men harumframt hevur kommunan eisini eina tænastu, har privat kunnu seta grundstykkir til sølu. -Og nú eru fýra nýggj privat grundstykkir á sølulistanum.

Talan er um fýra grundstykkir á Skálavegi. Víst verður annars til síðuna við privatum grundstykkjum, sum er her.

Last modified: 9. maj 2019