Leygardagin 27. mai 2017 verður Grønt átak í Vági – við ruddingardegi og borgarar fáa plantupakkar.
Dagurin byrjar við morgunmati í Miðlatúni, sum verður frá kl. 9.00 til kl. 10.00.
So verður farið at rudda. Í Miðlatúni eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.
Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.
Ruddað verður fram til middags, og tá suppa verður bjóðað í Miðlatúni.
Plantupakkar verða eisini latnir tá fólk koma aftur í Miðlatún at fáa sær suppu. Í plantupakkunum eru fýra plantur (runnar og trø).
Øll eru hjartaliga vælkomin at taka eina hond í at fríðka, nú summarið nærkast.
Last modified: 24. maj 2017