Nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum verður alment tikin í nýtslu ónsdagin 20. juni 2018 kl. 17.00.
Í hesum sambandi verður hátíðarløta á Eiðinum har Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu flytur fram røðu. Síðani fara fótbólts-landsliðsleikarar úr nærumhvørvinum at taka nýggja vøllin í nýtslu saman við einum gomlum VB-leikara.
Aftaná verður brotssparkskapping saman við U11 dreingjum og U11 gentum hjá FC Suðuroy og vinnarin fær steyp. Og síðani verður bjóðað kaffi, te og okkurt gott afturvið í VB-húsinum.
Graslíkisvøllurin, sum nú er lagdur á vesturi á Eiðinum, er tann triðji graslíkisvøllurin í røðini. Tann fyrsti varð lagdur á í 1987. Hesin vøllurin varð skiftur í 2004, og nú 14 ár seinni, er so aftur nýggjur graslíkisvøllur lagdur á vesturi á Eiðinum.
Graslíkisvøllurin er av slagnum DOMO og frá IDE-Møblum, sum er umboð hjá DOMO í Føroyum, og eru hetta mest vanligu graslíkisvallir í Føroyum.
Tiltakið byrjar kl. 17 ónsdagin 20. juni 2018.
Last modified: 19. juni 2018