Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Gott nýggjár !

2. januar 2017

Vágs kommuna ynskir øllum eitt gott nýggjár, við tøkk fyri farna árið.

Ein serlig heilsan til Nýggjársnevndina og øll tykkum, sum skipaður fyri, fyrireikaðu og hjálptu til við nýggjárshaldinum í Vági. Aftir í ár eydnaðist nýggjárshaldið framúr gott og var um gjørligt enn meiri stórsligið enn undanfarin ár. Hjartans tøkk fyri at tit ár um ár fyrireika og fyriskipa eitt so stórt tiltak okkum øllum til gleði.

Tað er við vón um at 2017 verður okkum øllum eitt gott og gevandi ár, at farið verður inn í nýggja árið.

 

Myndina tók Jón Pauli Olsen við nýggjársbálið 2016/2017.

Last modified: 2. januar 2017