Í fjør varð farið undir at nýgera vegin í vestara parti av Geilini. Í vár hevur verið hildið áfram við hesum arbeiði og um tvær vikur verður vegurin asfalteraður.
Vegurin í vestara parti av Geilini, har nógv nýggj hús eru bygd seinastu 10 árini, hevur verið alt annað enn góður. Av somu orsøk varð tað eisini raðfest í 2016 at fáa gjørt hetta vegastrekkið av nýggjum.
Í fjør varð vegurin breiðkaður, nýggjar kloakk- og regnvatnsleiðingar vórðu lagdar, umframt at nýggj vatnleiðing eisini varð løgd gjøgnum Geilina.
Í vár varð so farið undir næsta stig, sum hevur fevnt um at stoypa garð framvið vegnum, soleiðis at tað er klárt at asfaltera. Hetta arbeiðið varð liðugt nú í vikuni. Og komandi vikuna verða so íbindingar til nýggja vatnkaðalin gjørdar lidnar, soleiðis at klárt er at asfaltera.
Avtala er gjørd um asfaltering og verður hon framd í seinnu helvt av juni mánað.
Last modified: 7. juni 2017