Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Góður og gevandi fundur um menning

22. marts 2017

Týskvøldið 21. mars skipaði Vágs kommuna fyri fundi undir heitinum “Menning í Vági: Tú kanst eisini gera mun!“.

Eini 35 fólk møttu til fundin, sum var ein sera spennandi og mennandi fundur.

Anna. B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini, bjóðaði vælkomin. Síðani hevði Dennis Holm, borgarstjóri, eina framløgu um hvussu tað hava verið ymisk vakstrarøkir í Føroyum í ymiskum tíðarskeiðum – og um nakrar av vakstrarvinnunum, sum eru í vesturheiminum í løtuni.

Síðani tók Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, yvir og leiddi fundin við framløgu um menning og hvussu man arbeiðir við menning. Skipað varð fyri tveimum umførum av bólkaarbeiði, sum síðani førdu við sær, at fýra ítøkiligar verkætlanir / nýggjar vinnur vórðu valdar út.

Fýra arbeiðsbólkar vórðu eftir hetta mannaðir, sum komandi tvær vikurnar koma at arbeiða við uppskotunum, har orð verða sett á, hvat skal til fyri at hesar verkætlanir / nýggju vinnur kunnu gerast til veruleika og verða við til at skapa fleiri størv og økt virksemi í Vági.

Fundarfólki var á einum máli um, at talan var um ein sera spennandi og gevandi fund.

Last modified: 22. marts 2017