Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Góðir gevandi dagar saman við býráðnum úr Sandgerði

9. juni 2015

Býráð-Vitjan-Sandgerði-06-2015

Mánakvøldið endaði vitjanin hjá Sandgerðis kommunu í Vági.

Staðfestast kann, at talan gjørdist um nakrar sera góðar, gevandi og mennandi dagar, har nýggju býráðini í Vági og Sandgerði fingu høvið at hittast og kunna um virksemi hvør hjá øðrum.

Á vitjanini í Vági hava býráðslimir og skúlastjórin í Sandgerði vitjað nýggja langhylini í Vági, dagstovnin Eikilund, Ungdómshúsið, í Miðlatúni, á Fjarlestrardeplinum og í Vágs Skúla. Eisini varð vitjað á Faroe Farming, umframt at skipað varð fyri útferð við sluppini Johannu og útferð ymsastaðni í Suðuroynni eisini.

Á felags fundi millum býráðini varð avgjørt, at arbeiða fram ímóti ítøkiligum samstarvi m.a. á skúlaøkinum. Eisini varð gjørt av, at fara undir miðvísa tilgongd at fáa dagført samstarvsavtaluna millum kommunurnar báðar.

Vinarbýarsamstarvið millum Vág og Sandgerði byrjaði við samstarvinum millum VB og Reynir í Sandgerði, sum hava verið vinarfeløg síðani 1957.

 

Last modified: 9. juni 2015