Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Góð úrslit innan ítrótt styrkir samleikan

8. februar 2013

Hondbóltsfinalan2013

Okur kenna tað øll, hesa kensluna av stóltleika og gleði, tá okkara ítróttarfólk fáa góð úrslit – og júst hetta hevur stóran týdning fyri okkara samleika og tilknýtið okkara til heimbýin.

Í Vági hava hondbóltskvinnurnar hjá VB ikki minst havt týdning í hesum sambandi.

FM-heitir, steypavinnarar og luttøka í einari røð av FM- og steypafinalum í hondbólti hava gjøgnum árini ført við sær sigursróm og gleðistár. Og nú standa okur aftur her í einari steypafinalu, 2. árið á rað og fyri 9. ferð í góð 25 ár.

Eftir ótrúligu seinnu hálvfinaluna ímóti Stjørnuni í Vági, hava okur onkursvegna longu vunnið.

Kenslan av at venda einum dysti, har eitt greitt tap var í hendi, til ein knúsandi sigur – og hetta bara uppá smá 70 sekund – kann ikki gerast upp í krónum og oyrum, í kiloum ella litrum, ella í skinnum fyri tann saks skuld.

Fantastisk er kenslan, ongi ivi er um tað! Og hendan kenslan av “at eydnast” er ein góð kensla og ikki minst ein týðandi kensla fyri okkara samleika.

Í seinni hálvfinalu í Vági vóru okur øll partur av liðinum sum eydnaðist. Tað vóru ikki bara hondbóltskvinnurnar, sum saman við venjaratoyminum, vunnu seg í steypafinaluna. Nei, okur øll – áskoðarar í høllini, tey mongu sum lurtaðu við telduna og útvarpstólið heima, vágbingar í bygd og bý, í Føroyum og uttanlands – ja, okur øll vunnu hendan finalusessin.

Við kensluna av at tað eydnaðist, er tað so lætt at taka næsta fetið, at byggja víðari, men ikki bara innan ítróttina.

Tá ting eydnast, vita okur, at alt kann lata seg gera. Kenslan av at tað eydnaðist ger at okur tora, hava áræðið. Okur kunnu reisa varðar og flyta fjøll. Bróta uppúr nýggjum og ikki minst síggja veruleikan við nýggjum eygum.

Hvat hevur hetta við eina hondbóltsfinalu at gera?

Jú, tað at VB-kvinnurnar vendu einari hopleysari støðu í hálvfinaluni til sigur, prógvar, at okur eisini kunnu lyfta sjálvt tær mest ógjørligu tungu byrðarnar.
Tá okur vita tað, so kunnu okur við løttum fetum ganga inn til hesa steypafinaluna, gera okkara besta og eitt sindur afturat, tí tað er longu eydnast.

Last modified: 8. februar 2013