Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Góð tíðindi um nýtt virksemi á keiini í Vági

25. juli 2013

Vágs Havn 2013

Tað er at gleðast um, at nýtt virksemi byrjar á keiini í Vági, nú Apama og Delta Seafood saman við donskum felag fara at framleiða minkafóður í Vági.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at fyritøkurnar Apama í Vági og Delta Seafood á Tvøroyri í samstarvi við danska felagið Fodercentral for Holstebro og omegn nú fara at framleiða minkafóður í Vági.

Tað eru góð tíðindi, at fyritøkurnar skapa nýtt virksemi á keiini, sum eisini hevur við sær fleiri arbeiðspláss, sigur borgarstjórin. Umstøðurnar á keiini í Vági eru framúr góðar, bæði tá umræður karmarnar til fiskaframleiðslu og til avskiping umvegis djúphavnina. -Og okur fegnast um, at nýtt vinnuvirksemi verður stovnað her og brúkar teir møguleikar, sum eru her á staðnum, sigur Dennis Holm.

Okur hava nýtt høvið at bjóða fólkunum handan Defa vælkomnan á keiiin í Vági, og fari eg enn einaferð at ynskja teimum góðan byr, sigur Dennis Holm, borgarstjóra.

 

 

Last modified: 25. juli 2013