Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Gjørdir til skurkar og skálkar fyri at virka undir verandi lóggávu

12. februar 2015

Dennis Holm_1

Eftir tilmæli frá Havstovuni vórðu í 2011 givin royndarloyvir at fiska hvítingsbróður undir Føroyum. Í einari politiskari raðfesting, fyri at styrkja um útjaðarin (verður beinleiðis sagt í grunngevingini), vórðu tvey royndarloyvi givin, eitt til felag í syðru helvt í Suðuroy og eitt til felag vesturi í Vágum.

Í Suðuroynni var tað felagið South Pelagic, ið fekk royndarloyvið. Felagið keypti í hesum sambandi skipið Grunnabarð, sum fór á royndarveiðu. Men fólkini handan South Pelagic høvdu størri ambitiónir og fóru av somu orsøkum – eins og vanligt er hjá vinnurekandi við ambitiónum – at leita sær eftir strategiskum íleggjarum, váðafúsum kapitali og fígging.

Tað eydnaðist felagnum at fáa í lag gott samstarv við felag í Danmark, sum føroyingar búsitandi í Danmark eiga. Samstarvið førdi við sær, at South Pelagic kundi fara undir at víðka um virksemi. Felagið hevur keypt fleiri skip við loyvum: lemmatrolaran Beinisvørð við loyvum, tveir partrolarar úr Vágum við tilhoyrandi loyvum, og sokallaðu Stillahavs-loyvini hjá Thor í Hósvík.

Tá makrel- og sildafiskiskapurin tók seg upp, varð politiskt gjørt av, at ein so stórur partur av føroyska flotanum sum tilbar, eisini lemmatrolarar, partrolarar, og trolarar ið fiskað uttanfyri Føroyskt sjómark, skuldi fáa loyvi at fiska makrel.

South Pelagic hevur í samband við keyp av Beinisvørð, partrolarunum í Vágum og Stillahavsloyvunum úr Hósvík sostatt eins og ein stórur partur av føroyska flotanum fingið loyvið at fiska makrel og sild. Fyri at fáa sum mest burturúr hesum makrel- og sildafiskiskap, keypti felagið uppsjóvarskipið Asbjørn Senior.

South Pelagic hevur sostatt megnað at vaksi nógv um virksemi sítt seinastu árini. Og fólkini handan South Pelagic hava, eins og onnur feløg í føroysku fiskivinnuni, virkað undir galdandi lógum, reglum og kunngerðum á økinum.

Loysnirnar hjá South Pelagic í Vági eru hartil neyvt tær somu sum hjá fleiri øðrum feløgum í landinum, sum hava strategisk samstørv við feløg í t.d. Íslandi og Hollandi, við atgongd til váðafúsan kapital og fígging. Hesi feløg hava, eins og South Pelagic, keypt fleiri føroysk fiskiskip seinastu árini.

Tað er onki nýtt í at føroysk feløg leita sær strategisk samstørv uttanfyri landoddarnar. Hetta hevur verið veruleikin í fiskivinnuni í nógv ár. Hetta er eisini veruleikin sum aðrar vinnur, t.d. føroyska frálandavinnan, virkar undir.

Hjá vinnufyritøkum sum heild er veruleikin einfaldur: Fyri at virka krevst, at tú hevur íleggjarar, váðafúsan kapital og fígging. Í summum førum ber til at gera hetta í reint føroyskum høpi, í øðrum førum ber tað ikki til – hetta er almenn vitan hjá vinnuni, myndugleikunum og ikki minst peningastovnunum.

 

Gjørdir til skurkar og skálkar
Má siga sum er, at tað er harmiligt at síggja okkara vinnurekandi verða gjørdi til “skurkar og skálkar” í almennu miðlunum, tá hesi vinnurekandi bara virka undir galdandi lógum, reglum og kunngerðum – eins og øll onnur gera tað. Er tað lógarverki, reglur og kunngerðir tað er galið við, so gevur tað lítla meining í at koyra eina hets á tey vinnurekandi, sum virka undir galdandi lógum !

 

Gleðast um økta virksemi í Vági
Í Vági fegnast vit um, at fólk hava áræði og drívmegina til at fara undir virksemi innan føroysku fiskivinnuna. Tað fløvar at síggja økt skipatal á fjørðinum. Og vit gleðast um, at tann politiska raðfestingin, sum varð gjørd í 2011 fyri at styrkja um útjaðarin, nú hevur ført við sær, at tað í Vági er eitt felag innan fiskivinnuna, sum hevur umleið 50 fólk í starvi.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 12. februar 2015