Tórsmorgun bjóðaði Vágs kommuna vinnurekandi í Vági til morgunkaffi í Stóra Pakkhúsi.
Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi stutt frá endamálinum við morgunmatinum og tí at hava regluligar fundir við vinnurekandi í Vágs kommunu.
Á fundinum vóru nógv ymisk viðurskift umrødd. Millum annað var umrøða av, hvussu vinnurekandi og kommunan á best gjørligan hátt kunnu ganga felags leið, tá virkað verður fyri frammhaldandi menning og framburði í Vágs kommunu.
Samanumtikið var talan um ein gevandi fund.
Avtalað varð eisini, at ein felags fundur verður aftur í næstu framtíð, tá ymisk ítøkilig mál skulu viðgerast.
Last modified: 7. marts 2014