Í fjør varð farið undir at nýgera vegin í vestaru Geilini, og nú verður gjørt klárt til asfaltering.
Í fjør varð vegurin breiðkaður og nýggj rør til regnvatn og spillvatn vóru løgd, samstundis sum at gjørt varð klárt at leggja fipur-kaðal til húsarhaldini í Geilini.
Nú eru arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu farnir undir at stoypa garð framvið vegnum, soleiðis at klárt verður at asfaltera í juni.
Komið er væl áleiðis við stoypingini og um einari tvær vikur verður væntandi liðugt at stoypa garðin framvið vegnum í vestari Geilini.
Last modified: 12. maj 2017