Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Gera klárt á keiini

19. august 2013

2013-08 Holva

Nýstovnaða felagið Holva Fish er nú farið undir at gera klárt til framleiðslu av  minkafóðri á keiøkinum í Vági.

Tíðliga í summar stovnaðu Apama í Vági og Delta Seafood á Tvøroyri felagið Defa, sum hevur keypt frystigoymsluna hjá Faroe Cold Stores í Vági. Defa hevur saman við danska felagnum Fodercentral for Holstebro og omegn stovnað  Holva Fish. Felagið fer at framleiða minkafóður.

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera klárt til framleiðsluna. Frystigoymslan er sløkt. Gomlu útgerð verður tikin niður og nýggj sett upp. Nýggja virkið kemur at hava framleiðsluorku á eini 180 tons um samdøgrið.

Ætlanin er, at virksemi á Holva Fish byrjar í fyrru helvt av september.

 

 

Last modified: 19. august 2013