Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Gangið og rennið í Vági

14. oktober 2014

Gangið og rennið í Vági

Gangi- og renniteinar í Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevur seinasta 1½ árið arbeitt miðvíst við at seta økt fokus á rørslu. Í góðum samstarvi við Eikilund og Vágs skúla eru skipaði nýggj rørslu-átøk í barnagarðinum og í Vágs skúla, samstundis sum størri dentur er lagdur á ítrótt fyri eldru árgangirnar í Vágs skúla.

Og nú verður enn meiri fokus sett á rørslu í Vági.

Leygardagin verða nýggi gangi- og renniteinarnir í Vági tiknir í nýtslu, tá rørslu-átakið “Gangið og rennið í Vági” er á skránni.

Vágs kommuna hevur í samband við økta foksuið á rørslu gjørt gangi- og renniteinar í Vági. Talan er um seks teinar í trimum torleika stigum: Lættir teinar, miðal teinar, og krevjandi teinar.

Løttu / grønu teinarnir eru teinar eftir sløttum, sum eru lutfalsliga stuttir. Miðal / gulu teinarnir eru nakað longri við nakað av mótbrekku. Og teir krevjandi / reyðu teinarnir eru við nógvari mótbrekku og ein av teinunum er eisini væl longri enn hinir teinarnir.

Renniteinarnir eru teknaðir inn á kort, har bæði longd og hæddarmunur (lægsta og hægsta punkt) eru skrásett. Kortið verður hongt upp vesturi á Sandinum í Vági, við norðaru inngongd til lundina á Sandinum, har allir teinarnir eisini byrja. Kortið er eisini teldutøkt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.

Endamálið við renniteinunum er, at eggja fólki til at røra seg enn meiri. Men teinarnir leggja eisini upp til, at tú kann seta tær mál og velja ymisk torleikastig ymiskar dagar. Harumframt eru renniteinarnir eisini eitt gott tilboð til vitjandi í Vági, sum hava hug at renna ein túr í vakra umhvørvinum í Vági og kring Vágsfjørð, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

 

Gangið og rennið í Vági

Leygardagin 18. oktober kl. 11 verður rørsluátak Gangið og Rennið í Vági, har øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, eisini fólk aðrastaðni úr Suðuroynni og norðanífrá.

Nágreiniliga skráin fyri tiltakið verður almenn seinni í vikuni.

 

TRÝST á kortið fyri at síggja størri kort.

Last modified: 20. oktober 2014