Saman við Vágs kommunu ferð Hvistan at skipa fyri mánaðarliga rørslutiltakinum “Gangið og rennið í Vági” leygardagin 12. juni kl 11.
Sum vant, verður møtt við Tríkantin á Sandinum, har upphiting verður áðrenn farið verður til gongu ella at renna.
Til ber at velja millum 6 ymiskar rutur, sum hava ymisk torleikastig.
Øll sum hava hug at røra seg eru vælkomin, um tað er at ganga runt Vatnið ella talan verður um ein krevjandi túr niðan á Ryskivatn.
Hvistan stendur fyri upphiting áðrenn farið verður avstað.
Vónandi síggja vit nógv fólk leygarmorgunin kl 11.
Vágs kommuna og Hvistan
Last modified: 25. juni 2015