Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Gangið og rennið í Vági leygardagin 18. okt. kl. 11

16. oktober 2014

Renning

Leygardagin 18. oktober kl. 11 verður Gangið og Rennið tiltak í Vági.

Tiltakið Gangið og rennið í Vági verður í samband við at Vágs kommuna hevur gjørt seks gangi og renni teinar í Vági. Teinarnir byrja allir á Sandinum, har Gangið og rennið í Vági eisini byrjar leygardagin kl. 11.

Skráin fyri tiltakið er hendan:

Tiltakið byrjar kl 11.

  • Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
  • Rørslufelagið Hvistan skipar fyri upphiting
  • Og so verður farið til gongu ella at renna, og fólk kunnu velja tann teinin, tey hava hug at royna
  • Eftir gongu- ella rennitúrin verður bjóðað vatn og frukt í Báruni. Í Báruni verður eisini møguleiki at máta blóðtrýst og at máta BMI, feitprosent og muskulmassa.

Øll – eisini fólk aðrastaðni úr oynni og norðanfjørðs – eru hjartaliga vælkomin tiltakið Gangið og rennið í Vági

Lesið meiri um gangi og renni teinarnar her.

 

Last modified: 20. oktober 2014