Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Gakk søguslóð í Vági

30. juni 2016

Vágs Sóknar Bygdasavn lat ónsdagin 29. juni upp øðrvísi spennandi framsýning. Talan er um útiframsýning við 12 stórum myndum av Vági í farnum tíðum.

Myndirnar eru hongdar upp á staðnum, har tær vóru tiknar fyri 80 til 120 árum síðani. Og gevur hetta okkum møguleika at “leita aftur í tíðina”, og fáa eina mynd av hvussu bygdin er broytt tey seinastu 80 – 120 árini.

Myndirnar eru ymsastaðin í Vági. Í Miðlatúni fæst kort, soleiðis at tú kann ganga søguslóðir í Vági, antin einsamallur ella saman við øðrum. Talan er um ein tein á umleið 2½ km., so umframt at fáa “leita aftur í tíðina”, so er hetta eisini eitt gott høvið at røra seg.

 

Last modified: 30. juni 2016