Ónsdagin 19. august vórðu tær fyrstu fimm smátturnar av tilsamans 10 smáttum, reistar við Laksá í Vági.
Smátturnar eru liður í ferðavinnuraðfestingini hjá Vágs kommunu, sum í fjør setti út í kortið at smáttur skuldu byggjast í Vági til ferðavinnu-endamál. Men umframt at smátturnar verða brúktar til ferðavinnuna, so kemur Ítróttarháskúlin í Suðuroy eisini at brúka smátturnar.
Tað eru privatir íleggjarar sum byggja smátturnar.
Last modified: 20. august 2015