Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fyrstu 50 vælkomstpakkarnir latnir nýggjum vágbingum

11. november 2013

Vælkomstpakki Sigvør Djurhuus

Í mars mánað fór Vágs kommuna undir skipan við vælkomstpakkum til nýggjar borgarar, sum flyta í Vágs kommunu.

Endamálið við vælkomstpakkunum er, at fáa tilflytarar at føla seg vælkomnar í kommununi, tí fóru vit undir eina skipan, har vit bjóða tilflytarum í Vágs kommuni vælkomnan á hendan hátt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Skipanin virkar á tann hátt, at tá ein familja ella ein persónur flytur í Vágs kommunu, fáa tey eitt vælkomstbræv frá Vágs kommunu og verða samstundis boðin á kommunuskrivstovuna, har tey fáa ein vælkomstpakka frá kommununi.

Skipanin hevur sum nevnt verið virkin síðan mars mánað í vár, og nú í november varð vælkomstpakki nr. 50 latin ein av okkara nýggju borgarunum.
Tað er sjón fyri søgn, at tað hevur týdning at taka væl ímóti fólki, tí vit fáa bara góðar og jaligar afturmeldingar um vælkomstpakkan, sigur Dennis Holm.

 

Myndin: Sigvør Djurhuus er ein av nýggju tilflytarunum í Vágs kommunu.

Last modified: 11. november 2013