Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fyrsta próvtøka á Fjarlestrardeplinum í summar

11. juni 2015

fjarlestur-próvtøka

So hevur fyrsta próvtøkan á Fjarlestrardeplinum verið í summar.

Ein lesandi hevur tikið einkult-fak í donskum á studentaskúlastøði, sum hesin lesandi manglaði, fyri at kunna fara undir framhaldandi lestur. Einkult-fakið er tikið umvegis fjarlestur á VUC.nu í Danmark og varð sjálv próvtøkan so fyriskipað á Fjarlestrardeplinum í morgun.

Talan var um munnliga próvtøku, har tann lesandi varð førdir upp av lærarum, sum sótu í Danmark. Alt  gekk væl og nú er tann lesandi klárur at fara undir framhaldandi lestur.

Hevur tú tørv á at taka einkult-fak á studentaskúlastøði, sokallað supplerings-fak, so er bara at siga okkum á Fjarlestrardeplinum frá, so fær tú hjálp til at finna fakið, sum tær tørvar.

Fjarlestrardepilin
Tlf. 239340 / Tlf. 663000
Email: info@fjarlestur.fo
www.fjarlestur.fo

 

Last modified: 11. juni 2015