Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fyrireika stóru strandamentanarstevnuna í Vági

3. februar 2016

Johanna-og-grindabatar

Um eitt hálvt ár verður stóra norðurlendska strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival 2016 í Vági. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis.


Tíðliga farna heyst varð í Vági farið undir at fyrireika Nordisk Kystkultur Festival 2016, sum verður í Vági í døgunum 7. til 10. juli, tá Føroyska regatta’in eisini setur kós til Vágs. Umframt føroyska skipafylgið, sum kemur við Føroysku regatta’ini, koma skip og bátar eisini úr flestu av hinum norðurlondunum.

Norðurlendsku gestirnar koma eisini at hava framsýningarbásar, fyrilestrar o.a. á stevnuni, sum í høvuðsheitum verður skipað á havnaøkinum í Vági.

Nordisk Kystkultur Festival 2016 verður skipað undir heitinum ”Havet som næringsvej” og verður vikuskiftið 7. til 10 juli verður sostatt merkt av at ljós verður varpað á okkara tilknýtið til sjógvin í einum søguligum sjónarhorni.

Í fyriskipanarbólkinum fyri Nordisk Kystkultur Festival 2016 eru:
Árna T. Brattaberg, vegna norðurlendska samstarvsbólkin Nordisk Kystkultur
Gudmund Jacobsen, vegna Johannu TG 326
Bogi Mortensen, vegna Grindabátafelagið í Vági
Heidi Kilgour, vegna Visit Suðuroy
Hans Jacob Bech, vegna Vágs Havn
Dennis Holm, vegna Vágs kommunu

Umframt kunning í Føroyum, verður eisni kunnað um tiltakið er á norðurlendsku máli á heimasíðuni www.grindabatar.com (sum er heimasíðan hjá Grindabátafelagnum í Vági) og á heimasíðuni www.nordiskkustkultur.com.

Last modified: 3. februar 2016