Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fyrilestur í Miðlatúni: Innlandsísur Grønlands

24. november 2020

Vit hoyra ofta í miðlunum, at Innlandsísurin í Grønlandi bráðnar, og at um allur ísurin bráðnar, so kann havið vaksa við upp til 7 metrum globalt. Men hvat vita vit í veruleikanum um Innlandsísin? Hvussu leingi hevur hann verið til? Hvat man fjala seg undir ísinum? Og hvussu stóra ávirkan kunnu veðurlagsbroytingar hava á ísin? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið tú fært svarað undir fyrilestrinum týskvøldið í Miðlatúni.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í Miðlatúni kl. 17.45 í kvøld, týskvøldið 24. november 2020.

Last modified: 25. november 2020