Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing á Hamragarði

8. august 2014

Eldravenjing

Nú summarferian er av, fara vit aftur í gongd við fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing á Hamragarði.


Endamálið við venjingini er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vant verður fyri tað mesta við maskinum. Venjingin er rættað ímóti øllum kroppinum, og umfatar bæði styrki og konditión – við vegleiðing frá fysioterapeuti.

Byrjað verður 11. august

Krav fyri luttøku er at luttakarin:
• Er eldri enn 60 ár
• Býr í Suðuroyar syðru helvt
• Kann ganga sikkur innandura við ella uttan hjálpitól
• Klárar at ganga min. 1 km. við ella uttan hjálpitól
• Klárar trappur uttan hjálp
• Klárar at halda balansuna fríttstandandi
• Klárar at koma frá liggjandi til at standa sjálvur
• Skilur munnligar og visuellar leiðbeiningar

Møguleiki er fyri einum práti, frukt og drekka saman við húsfólkinum á Hamragarði eftir venjingina. Kostnaður er 20 kr. hvørja ferð.

Áhugaði kunna ringja á tlf. 79 35 52 millum 8-16 og hoyra nærri.

Sigurð Marner Simonsen
Fysioterapeutur

Last modified: 20. oktober 2014