Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fróði Mortensen tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu

30. juni 2016

Fróði Mortensen

Vágs kommuna søkti herfyri eftir nýggjum tekniskum leiðara og er nú greitt, at Fróði Mortensen verður nýggjur tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu.

Fróði Mortensen hevur seinastu 17 árini starvast sum økiðleiðari hjá Føroya Tele í Suðuroynni. Fróði hevur sostatt drúgvar leiðsluroyndir og ikki minst viðkomandi royndir innan tekniska økið og í starvsfólkarøkt. Uppgávurnar sum økisleiðari hjá Føroya Tele eru í so máta ikki so ólíkar nýggju uppgávunum sum tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu.

Fróði hevur hevur stóran áhuga fyri býarplanlegging, fríðkan og trivnaðinum hjá borgarum. Og hann gleðir seg til at gerast partur av einum spennandi arbeiðsplássi, sum seinastu árini hevur verið merkt av nýhugsan og at ganga nýggjar leiðir.

Fróði er 53 ára gamal og býr í Trongisvági.

Fróði Mortensen byrjar í starvi sum tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu 1. august 2016.

Last modified: 30. juni 2016