Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Virkin Vágur

Virkin Vágur var eitt heilsuátak, sum Vágs kommuna saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum og einstaklingum skipaði fyri í februar 2021. Saman um tikið so kann sigast, at átakið var sera væl móttikið av vágbingum. Fólk gjørdu Virkin Vágur til sítt egna og gjørdu harvið tað sum hóskaði teimum best. Samstundist bleiv ein stemningur skaptur í Vági, har fólk vóru virkin, vóru saman og vóru hugbundin í ein heilan mánað (ABC).

Virkin Vágur heldur fram!

Endamálið við heilsuátikinum Virkin Vágur er framvegis, at seta sjóneykuna á heilsuna hjá vágbingum. Hetta inniber m.a. at fólk fara at røra seg meira, eta sunnari og vera meira saman sosialt. Virkin Vágur leggur dent á øll tey góðu heilsutilboðini sum eru í Vági.

Niðanfyri er ein skrá yvir tey tilboð, sum eru hvønn dag í Vági. Fyrivarnið skal takast fyri møguligum broytingum. Heitt verður á øll, sum ynskja at gera brúk av tilboðunum, um, at kunna seg um ymsu tilboðini hjá fyriskiparunum.

Limagjald

Limagjøldini í ymsu ítróttarfeløgunum fevnað eisini um ítróttartrygging. So við at teknað limagjald, so er viðkomandi, sum íðkar, fevndur av tryggingini hjá viðkomandi ítróttarfelagið, skuldi skaði staðist undir venjing.