Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Skótaliðið Royndin

Skotalidid Royndin

Skótaliðið Royndin er stovnað tann 11. august 1940, og er sostatt uppi í teimum elstu skótaliðum í landinum.

Skótarnir eru limur í KFUM skótunum í Føroyum, sum eisini nevnast fyri “grønu skótar”, sum eiga Skótadepilin á Selatrað.

Hvørja viku eru umleið 40 børn og ung í skóthúsinum í Vági, har tey taka royndir, læra sjálvbjargni, samanhald og aðrar skótakynstur.

Av og á fara tey á legur norðanfjørðs og ofta koma skótar úr Havnini á vitjan. Og tá eru kappingar á skránni.

Skótar arbeiða eftir patruljuskipan, har tað eru upp til 7 skótar í hvørjari patrulju. Skótarnir í hvørjari patrulju arbeiða saman til dagligt. Tey gera eina plan fyri dagin, og saman loysa tey ymiska uppgávur, gera mat, spæla ella taka royndir.

Øll eru vælkomin at royna seg sum skóti, og nýggir limir eru vælkomnir.