Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Marghøllin í Vági

Marghøllin í Vági varð tikin í nýtslu í januar 2018, tá fyrstu fótbóltsvenjingarnar vóru í høllini. Á sumri 2018 varð eisini klatriveggur settur upp.

Marghøllin er størsta ítróttahøll í landinum og einasta høll í landinum við innandura graslíkisvølli (½ stødd). Í Marghøllini er eisini størsti klatriveggur í landinum og ein bouldering-klatriveggur. Í Marghøllini eru eisini framúr møguleikar til fræsan ítrótt við rennibreyt, lopgrøv og hæddarlopi.

Umframt umstøður til ítrótt, so eru í Marghøllini eisini 4 skiftirúm, fundarhølir og skrivstovur, og eisini eitt stórt alrúm til størri fundir, felags tiltøk o.a.

MARGHØLLIN frá mai 2017 til august 2018

Í mai 2017 varð farið undir at byggja Marghøllina í Vági. Fyrsta fótbóltsvenjing var síðst í januar 2018. Fyrstu venjingar til frælsan ítrótt í mars 2018. Alment hátíðarhald í juni 2018. Klatriveggur settur upp í juli og august 2018.Her er eitt filmsbrot um Marghøllina frá mai 2017 til august 2018.

Gepostet von Marghøllin í Vági am Freitag, 10. August 2018