Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Svimjing

Pal-Joensen-crawl

Susvim varð stovnað á sumri 2007, tá Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag løgdu saman og stovnaðu SuSvim.

Øll kunnu svimja við felagnum, frá teimum smæstu undir skúla aldur, ið spæla/læra at svimja til elitu svimjarar.

Svimjingin er býtt í bólkar. Tað er høvuðsvenjarin, ið metir um á hvørjum støði ein skal venja. Venjingin ferð fram í svimjihøllini í Vági og á Tvøroyri.

Úrslit
Úrslitini hjá svimjarunum hava verið sera góð, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er úrslit av miðvísari venjing, góðum venjarum, og at nógv eru um og stuðla svimjingini í allar mátar. Susvim er væl umboðað á Landsliðinum og gevur tað okkara svimjarum nógvar royndir og nógv at stremba fram ímóti.

Heimasíða www.susvim.fo

 

Páls Høll

Langhylur BVJ

Umstøðurnar til svimjing í Vági eru millum tær bestu í landinum í Páls Høll, sum varð tikin í nýtslu í oktober 2015.

Lesast kann meiri um Páls Høll á www.palsholl.com og á Facebook: https://www.facebook.com/palsholl/