Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Framløga um Fjarlestrardepilin á norðurlendskari ráðstevnu

2. juni 2016

FLUID ráðstevna 2016

Í dag, tórsdagin 2. Juni, er norðurlendsk ráðstevna á University College Sjælland í Roskilde, har evnið er Fremtidens Undervisning.

Ráðstevnan verður skipað av FLUID (Foreningen for Fleksibel Uddannelse i Danmark) í samstarvi við UC Sjælland, NORDPLUS, verkætlanina Nordic Study Lab og IDA Education.

Fyrrapartin hava innbodnir fyrilestrarhaldarar hildið framløgur. Dennis Holm, borgarstjóri, varð boðin til ráðstevnuna at halda framløgu um Fjarlestrardepilin í Vági, sum eitt dømi um nýskapandi útbúgvingarstovn í einum lítlum samfelag.

Umframt framløguna um Fjarlestrardepilin í Vági, vóru eisini framløgur frá granskarum á UC Sjælland, DTU (Danmarks Tekniske Universitet) og frá leiðaranum av Campus Vastervig í Svøríki.

Seinnapartin verða verkstovur á skránni.

Luttakararnir á ráðstevnuni koma úr øllum norðurlondum.

Meiri kann lesast um ráðstevnuna á www.fluid.dk

sdr

sdr

Last modified: 2. juni 2016